
Í 2020 løgdu Donald Trump og táverandi umsiting ætlan fram um, at Tiktok burdi verið bannað í USA.
Høvuðsorsøkin var, at umfatandi kanningar vístu, at hetta kundi verða ein "Huawei-trupulleiki", og ein hóttan móti trygdini hjá USA. Hetta er millum annað vegna tilknýti til Kina. Tiktok svaraði aftur við rættarmáli, og stríðið helt fram í tíðini hjá Joe Biden.
Vent í holuni - skal fáa boðskapin út
Pípan hjá Trump hevur tó fingið eitt annað ljóð. Hann ásannaði í valdystinum í fjør, at Tiktok hilnaðist væl, í mun til hjálpa tá 78-ára gamla valevninum at røkka ungum veljarum.
Í gjár, týsdagin 19.august, stovnaðu Hvítu Húsini sín egna Tiktok-brúkara.
Tað var Reuters, sum bar tíðindini um hetta. Sambært tíðindastovan skal sosiali miðilin "spreiða boðskapin hjá Donald Trump út".
Amerikanski forsetin hevur annars sjálvur sín egna sosiala miðil, Truth Social, har hann ofta dagførir ymiskt innan politisku gongdina og persónligar tankar.
Nú eru boð byrjaði at koma út - á Tiktok.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald