Innanlands

Tangabilur fór út av vegnum

Eingin olja lak, og heldur ikki var nakar fólkaskaði, sigur løgreglan, sum heitir á bilførarar um at vera varnir í hálkuni í morgun

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-19 08:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er nógvur kavi, og boðað verður frá hálku nógvastaðni kring landið. Løgreglan heitir í hesum sambandi á bilførarar um at vera varnir og taka koyrilíkindini til eftirtektar.

– Tað er hált og jarðrok, og ymiskt er, hvussu tað er grivið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Í gjár fóru nakrir bilar eisini á glið í hálkuni. M.a. fór ein tangabilur út av vegnum í Kirkjubø fyrrapartin í gjár. Bilurin koppaði, men eingin fólkaskaði var, leggur vaktleiðarin afturat.

11.000 litrar av olju vóru í bilinum, men eingin olja lak úr bilinum. Sløkkiliðið varð boðsent at tøma bilin, áðrenn hann kundi fáast uppaftur.

Í morgun verður m.a. boðað frá hálku á Kambsdali, á Tjørnuvíkarvegnum, á Høgareyni, á Sandavágshálsi og á Brekkuni Stóru í Sandoy. Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder