Uttanlands

Tamarhald á eldinum í Børsen

Í allan dag hava sløkkiliðsfólk arbeitt av øllum alvi at sløkkja eldin í Børsen í Keypmannahavn. Nógv er farið fyri skeytið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-04-16 15:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Upptøka frá í morgun: Birgir Ingolf Sigurðsson

--

Tað var tíðliga í morgun at sløkkiliðið í Keypmannahavn fekk fráboðan um eld í søguliga bygninginum Børsen, nærhendis Christiansborg.

Danmarks Radio skrivar, at tað í løtuni ikki eru fráboðanir um fólkaskaða, men stórur materiellur skaði er.

Skjótt gjørdist greitt, at eyðkenda spírið á bygninginum ikki stóð til at bjarga, og tað var stórur partur av bygningum heldur ikki.

Innan og uttan eru ein rúgva av søguligum lutum og skattum, skaptir av donskum listamonnum. Bygningurin er 400 ár og varð bygdur meðan Christian IV var kongur.

Tað hevur eydnast at bjarga nøkrum málningum, spegil, ljósakrúnur og urum frá at fara upp í royk.

[object Object](Mynd: EPA)

Óvist er, hvussu eldurin kyknaði. Í longri tíð hevur verið arbeitt við at umvæla bygningin.

Danskir miðlar skriva, at tamarhald nú er á eldinum, men enn verður vatn sprænt niður í tað, sum er eftir av bygninginum. Stórur partur av søguliga bygninginum er farin so illa, at hann ikki stendur til at bjarga.

Løgreglan er farin í holt við at kanna, hví og hvussu eldurin kyknaði.

Les eisini: Politikkarar vilja hava Børsen bygdan uppaftur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder