Framyvir fer tað at verða møguligt hjá borgarum at hava viðtalu við sín kommunulækna umvegis Vangan
Hetta er í øllum førum ætlanin hjá Súsannu Bertholdsen og Heilsumálaráðnum.
Fyrr í ár tók landsstýriskvinnan í heilsumálum stig til at fara undir at menna skipanina við viðtalum hjá kommunulæknunum.
Við skipanini er ikki neyðugt hjá borgarum at møta í viðtaluhølunum hjá kommunulæknanum. Viðskiftafólk kunnu eitt nú sita heima hjá sær sjálvum, ella meðan tey eru til arbeiðis, rita inn á Vangan, og har avgreiða síni ørindi við talgildum samskifti við kommunulæknan, skrivar Heilsumálaráðið.
- Hetta er eitt týðandi stig á leiðini at gera sambandið millum borgara og heilsuverkið meira smidligt. Skipanin er ment til at vera trygg, løtt at brúka og at spara tíð hjá bæði borgarum og heilsustarvsfólki, sigur Súsanna Bertholdsen.
Samstarvið við Talgildu Føroyar skal spara um tíð
Tað kann ofta fara við fitt av tíð at fara til lækna - eisini um ørindini ikki eru so álvarsom.
Kommunulæknar hava ofta eisini eina ógvuliga fulla tíðarætlan. Nýggja átakið skal millum annað hjálpa, í mun til tíðina:
- Hetta fer væntandi at spara tíð fyri bæði læknar og viðskiftafólk. Til dømis fyri borgarar, sum búgva langt frá kommunulæknaviðtaluni, ella sum hava trupult við at flyta seg, og sum bert skulu hava eina eftirfylgjandi viðtalu ella fáa svar uppá kanningar.
Nýggja loysnin er partur av Vanganum. Talgildu Føroyar hevur staðið fyri, at gera tað møguligt hjá læknum og starvsfólki teirra at stovna talgildar viðtalur, har borgarin fær eina innkalling beinleiðis í kalendaran á Vanganum. Talan er um eitt tøkniligt trygt umhvørvi til sjálva viðtaluna, tí borgarin skal rita inn við Samleikanum.
Heilsumálaráðið vissar um, at tað altíð verður ein faklig meting, sum ger av, nær ein talgild viðtala er hóskandi. Summi evni hóska minni væl ella als ikki til talgildar vitalur - millum annað kropsligar kanning ella serligar royndir. Hesar fara fram sum vant, og talan verður fyrst um eina royndarskipan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald