Innanlands

Tað vóru ikki følsk sms-boð

Talan er um eina veljarakanning hjá Portalinum. Ein feilur hjá veitara hjá Spyr.fo gjørdi, at avsendari er eitt nummar frá landakotuni +599

(Skíggjamynd)

(Skíggjamynd)

2025-05-27 12:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast tað kundi sæð illgrunasamt út, so er als ikki talan um nakað svik.

Løgreglan sendi fyrrapartin út fráboðan um at følsk sms-boð vóru í umferð og vísti til eina mynd av sms-boðum, har brúkarin verður biðin um at svara einari skjótari spurningarkanning frá Spyr.fo.

Avsendarin var eitt +599 telefonnummar.

Men fólk kunnu vera trygg. Hetta var ein veljarakanning, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portalin, og sum eftir ætlan verður kunngjørd í morgin.

- Boðini eru púra trygg og koma frá Spyr.fo, men tað er bara navnið á avsendaranum, sum av tekniskum ávum ikki stendur sum tað plagar, sigur Allan Dalsgarð, stjóri í Spyr.fo.

Vanliga er avsendarin nevniliga "Spyr.fo" og ikki eitt fartelefonnummar.

Veljarakanningin varð tó gjøgnumførd í gjárkvøldið uttan trupulleikar og 500 fólk svaraðu.

Sum nevnt, verður úrslitið av kanningini at síggja á Portalinum í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder