Mentan

Tá Hitler stjól ljósareyðu kaninina

Í sambandi við altjóða Holocaustdagin 27. januar vísir Filmsfelagið týska familjufilmin "Als Hitler das rosa Kaninchen stahl"

2021-01-22 09:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við, at mikudagin 27. januar er altjóða Holocaustdagur, vísir Filmsfelagið týska familjufilmin "Als Hitler das rosa Kaninchen stahl".

Í filminum fylgja vit einum jødiskum húski, ið flýggjar undan nazistunum í Berlin, fyrst til Zürich, síðan til París og at enda til London.

Oscarvirðislønti leikstjórin, Caroline Link (f. 1964) hevur gjørt filmin úr skaldsøguni hjá kenda barnabókahøvundanum Judith Kerr (1923-2019), When Hitler Stole Pink Rabbit, frá 1972. Hetta var fyrsta søgan av trimum, har hon úr London segði størri børnum frá um egnar upplivingar undir krígnum.

[object Object]
Judith Kerr, rithøvundurin handan bókina

Judith Kerr var fødd í Berlin í Týsklandi, ella Weimar lýðveldinum, í 1923. Hon var av jødiskari ætt og í 1935, tá nazistarnir komu til, flutti húskið til Bretlands. Har gjørdist Judith kendur rithøvundur og seldi fleiri enn 10 millónir bøkur. Hon var 95 ára gomul, tá hon andaðist í London í 2019.

Høvuðspersónur í filminum er, eins og í bókini, 9 ára gamla Anna, sum ikki veit, hvør Hitler er. Hon er nógv spentari at ganga í skúla og at spæla við vinir. Tí heftir hon seg ikki við tey mongu Hitleruppsløg, sum bráddliga eru at síggja í býnum.

[object Object]

Men tá pápi hennara hvørvir, og tey øll rýma í loyndum úr Týsklandi, fær Anna varhugan av, at maðurin á uppsløgunum fer at broyta Evropa, og at lívið ongantíð aftur fer at verða sum fyrr.

Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder