Mentan

Tá blokkur 5 í Nuuk sprongdist

Heimildarfilmur um syrgiliga vanlukku í Grønlandi verður vístur í Norðurlandahúsinum mánakvøldið

2025-05-22 12:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

11 fólk lótu lív, og nógv vórðu særd undir gassspreingingini í blokki 5, sum skelkaði Nuuk og alt Grønland í 1970. Nú er ein heimildarfilmur gjørdur um hesa ræðuligu hending. Filmurin verður sýndur í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 26. mai, klokkan 19.30.

Tað hevur tikið heili seks ár at framleitt hendan filmin, sum Anders Berthelsen hevur staðið fyri, tí serligur dentur er lagdur á, at tilfarið er satt og álítandi, so at endurgevingin av tíðini, tá vanlukkan hendi, er so røtt sum yvirhøvur til ber.

Í filminum hoyra vit eisini um Eli Damberg, handverkara, sum yvirlivdi spreingingina.

Tá heimildarfilmurin verður sýndur, fer Anders Berthelsen at siga nøkur orð um filmin saman við Klaus Georg Hansen, sum fer at siga eitt sindur um søguligu tíðina um 1950 -1979. Aftaná verður tíð til spurningar og prát.

Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder