Innanlands

Syrgilig arbeiðsvanlukka í Klaksvík

Ein maður datt av einum byggipalli seinnapartin í gjár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-03-04 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein vanlukka í Klaksvík hevur kravt eitt mannalív.

Seinnapartin í gjár, datt ein maður av einum byggipalli uttanfyri húsunum hjá sær, sum varð settur upp í sambandi við umvælingararbeiði. Maðurin doyði á staðnum.

Hetta hendi um 17-tíðina í gjár, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

Málið verður nú kannað nærri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder