Mentan

Syngja sálmar eftir Petur Jacob Sigvardsen

Petur Jacob Sigvardsen fylti 90 ár 13. september, og sunnudagin verða sálmar hansara sungnir undir gudstænastuni í Havnar kirkju

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-10-29 12:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Undir gudstænastuni komandi sunnudag 30. oktober í Havnar kirkju, verða sálmar og sangir sungnir, ið Petur Jacob Sigvardsen hevur yrkt og týtt.

Petur Jacob Sigvardsen er ein av okkara virknastu sálma- og sangskrivarum. Hann hevur yrkt og týtt eitt stórt tal av sálmum og sangum, sum verða nógv sungnir í kirkjum og missiónshúsum kring landið. Nógvir av sálmum og sangum hansara eru at finna í Sálmabókini og í Missiónssangbókini. Hesi seinastu árini eru eisini nógvir sálmar og sangir givnir út í bókarøðini ”Mær er sagt um ein stað” I-III.

Knút Olsen hevur gjørt løg til sangirnar og sálmarnar hjá Petur Jacob Sigvardsen. Eitt savn av hesum løgum er at finna í bókini ”Føroysk sálmaløg”. Sunnudagin fer organisturin Leif Hansen at spæla nøkur av løgunum hjá Knút Olsen.

13. september fylti Petur Jacob Sigvardsen 90 ár. Eftir gudstænastuna eru øll boðin til ein drekkamunn á Hotel Hafnia.

Fólkakirkjan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder