Føroya Symfoniorkestur fer í næstum at spæla lættar summarkonsertir í Fuglafirði og í Havn. Ætlanin er, at hesar konsertin eru óformellari enn hinar konsertirnar, eitt slag av kafékonsert.
Konsertir verða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 27. juni og í Hátúni í Havn sunnudagin 28. juni. 25 strúkarar spæla við í symfoniorkestrinum til hesa verkætlan.
Løtt, men krevjandi skrá við føroyskum solisti
Á skránni er millum annað tónleikur eftir Caroline Shaw, Mozart, Tchaikovsky, Elgar, Gershwin og Piazzolla.
- Vit hava lagt okkum eftir at gera eina lætta konsert við góðum, styttri og krevjandi, verkum, sigur nýggi dirigenturin, Catherine Larsen-Maguire.
Í avbera vakra verkinum ‘Andante cantabile for cello and strings’ eftir Tchaikovsky, verður høvi at uppliva Kristinu á Váli sum solist.
Konsertferð í 2028
Menningin av Føroya Symfoniorkestri gongur við rúkandi ferð. Í 2024 spældi orkestrið fyri fullsettari høll í konserthúsinum hjá Danmarks Radio. Nú fyrireikar orkestrið stóra konsertferð í 2028, har ætlanin er at spæla í Týsklandi og Danmark.
Málið við slíkari konsertferð er at framføra føroyskan tónleik og at geva tónleikarunum møguleikan at spæla í bestu konserthallum í heiminum.
- Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire
- Solistur: Kristina á Váli
- Longd: 60 min.
Atgongumerki til konsertirnar kunnu keypast á www.atgongumerki.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald