Svøríki hevur ætlanir um at keypa fýra nýggjar fregattir frá fronsku skipasmiðjuni Naval Group.
Tað upplýsti svenska stjórnin á tíðindafundi fyrrapartin.
Ulf Kristersson kallar hetta fyri eina av størstu íløgunum í svensku verjuna síðan Gripen stríðsførini vórðu fingin til vega í 1980’unum, skrivar SVT.
Nýggju fregattirnar eru størri og hava fleiri førleikar enn núverandi svensku verjuskipini, eins og tær kunnu verja seg móti jagaraflogførum og skjóta álopsrakettir niður, verður sagt.
Væntað verður, at nýggju skipini kunnu latast frá 2030 við einari fregatt um árið. Fyrstu skulu tó samráðingar vera millum svensku verjufyrisitingina, fronsku myndugleikarnar og Naval Groum, skrivar SVT. Sambært svensku sjónvarpsstøðini kosta fregattirnar umleið tíggju milliardir svenskar krónur hvør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald