Uttanlands

Svøríki: Børn niður til 13 ár skulu ikki inn at sita

Svenska stjórnin hevði annars eitt uppskot um, at serliga álvarsom brot hjá børnum skuldu kunna kosta fongsulsrevsing. Kriminalvården sigur tó nei

2025-11-12 10:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru vaksandi trupulleikar við brotsverkum í Svøríki, og tað er eisini í millum ógvuliga ung fólk, at álvarsom brot verða framd.

Fyri at hava okkurt meira ítíøkiligt og álvarsamt at revsa við, hevur eitt uppskot frá stjórnini fyriligið.

Tað snýr seg um at lækka kriminella hámarksaldurin, so at børn so ung sum 13 ár kunnu fara inn at sita. Hetta í málum um serliga álvarsom brot á revsilógina.

Hesum sýta fongsulsmyndugleikarnir í Svøríki tó fyri. Hetta skrivar svenska tíðindastovan TT.

Sonevnda Kriminalvården ynskir ikki at taka ímóti børnunum í slíkum aldri.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder