Uttanlands

Sveis: Eigari av skeinkistaðnum Le Constellation handtikin

Løgreglan óttast, at hann kann fara av landinum – Hjúnini, sum eiga skeinkistaðið, har eldur kyknaði nýggjársnátt og 40 fólk lótu lív, eru undir illgruna fyri óviljað manndráp

Minningarhald í Sveis  í gjár (Mynd: EPA)

Minningarhald í Sveis í gjár (Mynd: EPA)

2026-01-10 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein av eigarunum av skeinkistaðnum Le Constellation í Crans-Montana í Sveis er nú handtikin í málinum um eldsbrunan nýggjárnátt, sum kravdi 40 mannalív og særdi yvir 100 onnur.

Orsøkin er, at myndugleikarnir óttast, at hann kann fara av landinum, m.a. tí, at hann er franskur ríkisborgari. Frakland útflýggjar ikki sínar ríkisborgarar, og kann tað tí gerast ein trupulleiki, skrivar Ritzau.

Viðkomandi kann verða afturhildin í 48 tímar, áðrenn ein dómstólur skal taka støðu til, um hann framhaldandi skal sita í varðhaldi.

Fríggjadagin var almennur sorgardagur í Sveis fyri at minnast teimum, sum lótu lív. Meginparturin av teimum, sum lótu lív í eldsbrunanum nýggjársnátt vóru ung fólk.

Maðurin, sum er afturhildin, og kona hansara eiga skeinkistaðið saman, og tey eru nú undir illgruna fyri m.a. óviljað manndráp. Maðurin hevur áður verið partur av løgreglumálum. Talan er m.a. um mál um svik og frælsistøku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder