Jacques Moretti, eigarin av skeinkistaðnum Le Constellation í Crans-Montana í Sveis, har eldsbrunin kravdi 40 mannalív nýggjársnátt, er varðhaldsfongslaður í tríggjar mánaðir.
Moretti bleiv afturhildin av myndugleikunum fríggjadagin, og í dag hevur ein dómstólur tikið avgerð um, at hann skal varðhaldsfongslast, skrivar Ritzau.
Orsøkin til varðhaldsfongslingina er, at stúrt verður fyri, at Moretti, sum er franskur ríkisborgari, kann fara av landinum.
Tey 40, sum doyðu í eldinum nýggjársnátt, vóru í høvuðsheitum blaðung fólk. Yvir 100 onnur vórðu særd. Tey flestu av ofrunum vóru sveisiskir ríkisborgarar, men millum teirra vóru eisini fólk úr m.a. Italia og Fraklandi.
Jacques Moretti var ikki sjálvur inni í skeinkistaðnum, tá eldurin kyknaði, men tað var hin eigarin, kona hansara, Jessica Moretti.
Fyrbilskanningar geva ábendingar um, at eldurin kyknaði, tá stjørnukastarar, sum vóru settir í sjampagnufløskur, komu ov nær loftið og settu eld á, tá fløskurnar vórðu bornar gjøgnum bygningin.
Bakdyrnar í einum starvsfólkarúmi, sum kundu hava verið brúktar at sleppa út, vóru læstar. Moretti hevur greitt frá, at hann kom á staðið, eftir at eldur var kyknaður, og tá hann fekk bakdyrnar upp úttanifrá, lógu fleiri lík inni.
Moretti-hjúnini eru undir illgruna fyri m.a. óviljað manndráp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald