Mentan

Sveinur Tróndarson sagt seg úr starvi

Dimmalætting skal hava nýggjan blaðstjóra. Sveinur Tróndarson er ikki longur í starvi hjá blaðnum

Sveinur Tróndarson (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sveinur Tróndarson (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-10-28 14:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sveinur Tróndarson, sum hevur verið ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting síðani mars 2020, hevur sagt seg úr starvi.

Tað kemur fram í poddinum “Skannarin”, sum Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen, gera nettupp í samstarvi við Dimmalætting.

- Eg havi verið sjúkrameldaður síðani august, og teg eri komin til ta niðurstøðu at tað er best fyri meg ikkki at halda fram. Tað eru umstøður, sum eg ikki tími at koma nærri inn á, sum gera, at eg havi sagt meg úr starvi, sigur Sveinur Tróndarson í einum boðum til poddin.

Ingolf S. Olsen hevur staðið sum fyribils ábyrgdarblastjóri seinastu tíðina, men í Dimmalætting hesa vikuna, er tað Eyðun Mortensen, sum stendur við ábyrgdini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder