Mentan

Svarið kemur týsdagin

Koks er ikki millum matstovurnar nr. 51 til 120 í heiminum. Spenningurin er nú um hon er við á topp 50 hjá "The World's Best 50 Restaurants" - ella als ikki er komin upp á tal

(Mynd: koks.fo)

(Mynd: koks.fo)

2019-06-19 13:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er við einum ávísum spenningi, at fólkini aftan fyri matstovuna Koks bíða til komandi týsdag, tá listin yvir heimsins 50 bestu matstovurnar í heiminum verða kunngjørdar.

Tað fer fram í Singapore. Hesin listin,”The World’s 50 Best Restaurants”, verður eisini kallaður ”The Oscars”, tá tað snýr seg um matkynstur.

Hóast listin telur fimmti tær bestu matstovurnar, so gongur hann kortini upp í 100, og Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist, hevur fyrr sagt, at málsetningurin hjá honum, tá hann fór í gongd við eina matstovu á altjóða støði var, at Koks einaferð skuldi vera millum 100 tær bestu matstovurnar í heiminum.

Liggur helst ov fjarskotið
Í gjár var listin frá 51 og uppeftir kunngjørdur. Og Koks var ikki við. So nú er spurningurin, um tað ótrúliga skuldi hent, at Koks er komin beinleiðis inn á topp 50, ella at tað heldur ikki var pláss fyri Føroya bestu matstovu á listanum hesaferð.

Johannes Jensen roknar ikki við tí.

- Skipanin hjá World’s Best krevur heilt nógvar vitjanir av dómarum, og eg haldi heilt einfalt, at vit liggja ov fjarskotið til at koma upp á tal her, so tað er kanska logiskt, at vit ikki eru við, sigur Johannes Jensen. Og tá vit spyrja hann, um hann er vónbrotin er hann skjótur at svara.

- Nei, vit eru als ikki vónbrotin. Vit hava fingið nógv meira enn væntað og ætlað við teimum tveimum Michelin-stjørnunum, vit fingu fyrr í ár.

Og tá spurningurin so er, um vónirnar um at koma við í topp 50 als ikki eru til staðar, so ljóðar svarið.

- Dreymurin er altíð til staðar, sjálvandi. Men eg rokni við, at tað er ein langur vegur.

Ikki millum 51 og 120
Sum sagt, so plaga tær 100 bestu matstovurnar at verða listaðar á hesum listanum. Í ár vórðu 120 matstovur listaðar fyri at markera, at høvuðsstuðulin hjá tiltakinum, S. Pellegrino, heldur 120 ára stovningardag í ár.

Best plaseraða norðurlendska matstova á hesum listanum frá 51 til 120 er Maeemo í Oslo, sum er nummar 55. Men hetta er helst eitt vónbrot, tí Maeemo lá nummar 35 í 2018.

Relae í Keypmannahavn eru eitt pláss aftanfyri, á 56. plássi – í 2018 vóru tey nr. 71. Fäviken í Järpen í Svøríki er nummar 68, eitt pláss lægri enn í 2018. Amass í Keypmannahavn er nr. 85 (nýggj á listanum), 108 í Keypmannahavn er nr. 89 (98 í 2018). Og Kadeau í Keypmannahavn er nr. 105 (nýggj).

Roknað verður við, at minst tríggjar norðurlendskar matstovur eru við, tá topp 50 listin verður kunngjørdur týsdagin. Talan er um matstovurnar Geranium í Keypmannahavn og Frantzén í Stockholm, sum báðar hava tríggjar Michelinstjørnur. Geranium var nr. 19 í 2018 og Frantzén nr. 65. Og so Noma í Keypmannahavn, sum ikki hevur verið á listanum seinastu tvey árini orsaka av flyting og nýbygging. Noma hevur fleiri ferðir verið mett heimsins besta á hesum lista, seinast Noma var á listanum var í 2016 á einum 5. plássi.

Og so er spurningurin sjálvandi, um Koks kanska er við... 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder