Tá málið var til aðru viðgerð í fjør stóð á jøvnum 15-15 í atkvøðum til aðru viðgerð - tveir tinglimir høvdu tá "cleara".
Tað merkti, at málið hjá Bjarna Kárason Petersen, táverandi landsstýrismaður, fall.
Fýra tinglimir løgdu málið fram aftur í heyst. Við broyttu tingsamansetingini sá tað út til, at hesaferð fór at verða meiriluti. Men enn ein rokada í landsstýrinum, saman við tað at limir í Rættarnevndini tóktust at súlta málið nakað, gjørdi, at stórt ivamál var.
Men eitt persónligt val hjá Súsannu Bertholdsen á sínum fyrsta degi í nýggjum aðalráði - ella ein poltiskt finta við finnum hjá Javnðarflokkinum - í gjárkvøldið gjørdi, at ein møgulig nei-atkvøða hjá C varð til eitt trygt ja.
Les eisini: Súsanna Bertholdsen fer aftur í tingið fyri at tryggja fosturtøku
Djóni Nolsøe Joensen hevur áður gjørt greitt, at hann ikki er fyri málinum um fría fosturtøku. Hvørki hann ella partafólk hansara hava í dag vilja svarað uppá, um støðan er tann sama, men enn eitt skifti í Tinganesi bendir í øllum førum á, at tað hevði staðið 16-17 og ikki 17-16 í kvøld uttan dramatisku fráboðanina í morgun.
![]()
Djóni Nolsøe Joensen var ikki í tingsalinum í dag - tann triðvaldi á Javnaðarlistanum til seinasta løgtingsval varð ístaðin landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum aftur. Hetta beint yvir eitt samdøgur yvir, at hann var farin úr sessinum
Les eisini:
Djóni snúði sær undan at svara um fosturtøku
Henrik Old: - Hetta er langt frá javnaðarhugsjónini
Øll hini 32 atkvøddu sum væntað, og tískil gjørdist Súsanna Bertholdsen tungan á vágskálini - og helst bjargingarkransurin so at uppskotið ikki fall fyri aðru ferð.
Tað er ógvuliga sannlíkt, at atkvøtt verður á sama hátt hósdagin 4. desember, tá fosturtøkumálið skal til 3. og seinastu viðgerð.
Soleiðis atkvøddu tey í tingsalinum í kvøld
Fyri
Bjarni Kárason Petersen,Framsókn
Karlot Hergeirsson, Framsókn
Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin
Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin
Hans Jacob Thomsen, Javnaðarflokkurin
Ingilín Didriksen Strøm, Javnaðarflokkurin
Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin
Súsanna Bertholdsen, Javnaðarflokkurin
Uni Holm Johannesen, Javnaðarflokkurin
Eyðdis Hartmann Niclasen, Sambandsflokkurin
Johan Dahl, Sambandsflokkurin
Annika Olsen, Tjóðveldi
Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi
Dennis Holm, Tjóðveldi
Hervør Pálsdóttir, Tjóðveldi
Høgni Hoydal, Tjóðveldi
Liljan Weihe, Tjóðveldi
Ímóti
Árni Skaale, Fólkaflokkurin
Bárður á Lakjuni, Fólkaflokkurin
Beinir Johannesen, Fólkaflokkurin
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin
Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin
Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin
Hanna Jensen, Framsókn
Henrik Old, Javnaðarflokkurin
Jóhannis Joensen, Javnaðarflokkurin
Jenis av Rana, Miðflokkurin
Steffan Klein Poulsen, Miðflokkurin
Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin
Erhard Joensen, Sambandsflokkurin
Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin
Jaspur Langgaard, Sambandsflokkurin
Magnus Rasmussen, Sambandsflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald