Innanlands

Súsanna Bertholdsen loyst úr starvi

Landsstýriskvinnan barna- og útbúgvingarmálum hevur biðið løgmann um at verða loyst úr starvi. Djóni Nolsøe Joensen, sum fór úr starvinum í gjár, verður nú aftur landsstýrismaður

2025-12-02 09:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsstýriskvinnan í barna- og útbúgvingarmálum, Súsanna Bertholdsen, hevur í dag biðið løgmann um at verða loyst úr starvi.

Hesum boðar Løgmansskrivstovan frá fyri løtu síðan.

Hetta hendir bara ein dag eftir, at Súsanna Bertholdsen tók við sum landsstýriskvinna í barna- og útbúgvarmálum.

Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum annars var vrakaður sum landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, og fór úr starvinum í gjár, verður endurtilnevndur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder