
Síðst í mai læt Borg upp í nýggjum, stórum og stásiligum hølum á Glyvrum. Hetta við nýggja Fjørðuvegin.
Handilin hevði áðrenn húsast leingi í Runavík. Hetta við havnarlagið - tætt við Eysturoyartunnilin og Skúlan við Løkin - har gamli timburhandilin eisini var.
Nú er partvíst greitt, hvat skal vera í tí bygninginum í Runavík.
Søgur hava í longri tíð gingið um, at Sunset Boulevard fer at lata upp í Eysturoynni eisini. Tíðliga í 2025 boðaði SMS eisini frá, at talan fór at vera um eina handilsmiðstøð.
Stutt fyri ólavsøku søkti Sunset (SMS) eftir starvsfólki til nýggju matstovuna í Runavík.
Har framgongur, at ætlanin er lata upp í heyst.
Sunset Boulevard er størsta danska skundverðaketan í danska kongaríkinum. Tann fyrsta matstovan lat upp í Odense í 1996. Í dag eru yvir 50 Sunset-matstovur um alt Danmark, umframt ein í Føroyum og ein í Grønlandi.
Nú letur skjótt ein upp afturat í Føroyum. Sunset Boulevard hevur í nógv ár húsast í SMS.
Matvøruhandilin Bónus, sum á Skálafjørðinum er staðsettur í Slatangará, skal eisini flyta inn í bygningin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald