placeholder
Uttanlands

Sundhedsdatastyrelsen: Teldupostar frá koronakreppuni strikaðir

Talan er um eitt sera harmiligt mistak, og stovnurin ger alt fyri at minka um avleiðingarnar – Ein avleiðing av hesum er, at Statens Serum Institut í summum førum ikki kann geva borgarum alment innnlit

Talan er um eitt mistak, sigur Vibeke van der Sprong, varastjóri í Sundhedsdatastyrelsen (Mynd: PR)

Talan er um eitt mistak, sigur Vibeke van der Sprong, varastjóri í Sundhedsdatastyrelsen (Mynd: PR)

2020-10-01 13:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danski Sundhedsdatastyrelsen, sum virkar undir danska heilsu- og eldramálaráðnum, hevur strikað eina rúgvu av teldupostum.

Talan er um allar teldupostar frá starvsfólkum í Sundhedsdatastyrelsen og Statens Serum Institut, sum vórðu sendir áðrenn 22. juli, skrivar miðilin ITWatch.

Tað er eitt sera harmiligt mistak, verður sagt úr Sundhedsdatastyrelsen.

Tað eru starvsfólk hjá Sundhedsdatastyrelsen, Statens Serum Institut og HR-virksemið hjá Sundheds- og ældreminsiteriet, sum er rakt av hesum. Teir flestu teldupostarnir, sum eru sendir innanhýsis, metir mann tó, at mann kann finna aftur.

– Vit gera alt, sum vit kunnu fyri at minka um avleiðingarnar og eru í ferð við at endurskapa so nógvar teldupostar sum gjørligt við tøknuligum loysnum. Vit meta, at vit kunnu finna teir flestu teldupostarnar aftur og samstundis hyggja vit serliga at, hvussu vit kunnu forða nakað líknandi í at henda aftur, sigur Vibeke van der Sprong, varastjóri hjá Sundhedsdatastyrelsen.

Hóast tað ber til at endurskapa meginpartin av teldupostunum, kann ein avleiðing av hesum vera, at Statens Serum Institut í summum førum ikki fer at kunna játta borgarum alment innlit, ella at bíðitíðin verður longd.

Les eisini: Vildu ikki prógva at covid-19 var til: – Hetta svarið var óheppið

Hetta umfatar eisini mál, sum hava samband við koronasmittuna, sigur Sundhedsdatastyrelsen.

Tað hevur ikki verið møguligt at skjalføra innihaldið í øllum teldupostunum, av tí at starvsfólkini hjá Statens Serum Institut hava verið og framvegis eru undir stórum trýsti, sigur varastjórin í Statens Serum Institut, Ole Jensen.

Ein innanhýsis kanning verður sett í verk fyri at fáa greiðu á, hvat er hent. Málið er eisini meldað til danska dátueftirlitið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder