Innanlands

Sunda Kommuna skipar fyri móttøku í morgin

Tað hevur gingið sera væl á Oyggjaleikunum á Gibraltar hjá fleiri íbúgvum í kommununi

Silja Johannesen av Norðskála vann bronsu mánadagin  - Mynd: Jens Kr. Vang

Silja Johannesen av Norðskála vann bronsu mánadagin - Mynd: Jens Kr. Vang

2019-07-13 12:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunda Kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at í sambandi við at sínir judoíðkarar og skjúttar koma heim aftur við sera flottum úrslitum, verður skipað fyri móttøku fyri teimum í Eydnuni á Oyrarbakka í morgin, sunnudagin 14. juli klokkan 16.00.

Nógvir íðkrarar úr kommunni hava vunnið heiðursmerki fyri Føroyar á Gibraltar farnu dagarnar, og hetta vil kommunan heiðrað

Varaborgarstjóri Thordis Dahl Hansen heldur røðu, og kommunan bjóðar kaku, kaffi og te.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder