Mentan

Sunda kommuna: Nú ber til at søkja stuðul til ítróttarfeløg og frítíðarvirksemi

Kommunan lutar á hvørjum ári út stuðul til ítróttarfeløg og ymiskt annað frítíðarvirksemi í kommununi – freistin at søkja er 1. juni

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2021-05-13 10:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú ber aftur til at søkja um stuðul til ítróttarfeløg og annað frítíðarvirksemi hjá Sunda kommunu.

Kommunan lutar á hvørjum ári út stuðul til ítróttarfeløg og til ymiskt annað frítíðarvirksemi, sum fer fram í kommununi. Stuðulin verður ásettur árliga í mun til fíggjarætlanina hjá kommununi.

Stuðul verður veittur einstaka felagnum eftir skrivligari umsókn, skrivar Sunda kommuna. 

Freistin fyri at søkja stuðul til virksemi hjá ítróttarfeløgum, áhugafeløgum, bygda- og avhaldsfeløgum er 1. juni 2021. Meira um treytirnar fyri at søkja kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder