Innanlands

Sunda kommuna játtað átta milliónir krónur til útstykking á Oyrarbakka

Kommunan hevur tikið av tilboðnum frá Articon um heildarveiting av ovara partinum av útstykkingini á Oyrarbakka. Tá arbeiðið er liðugt, verða eftir ætlan 11 byggiklár grundøkir

Sunnvard Andreasen, stjóri í Articon, og Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, undirskrivaðu avtaluna vegna partarnar (Mynd: sunda.fo)

Sunnvard Andreasen, stjóri í Articon, og Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, undirskrivaðu avtaluna vegna partarnar (Mynd: sunda.fo)

2026-02-18 07:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á býráðsfundi tann 9. februar varð einmælt samtykt at játta 8 milliónir og taka av tilboði frá P/F Articon, um heildarveiting av ovara partinum av útstykkingini á Oyrarbakka.

Soleiðis skrivaði Sunda kommuna á heimasíðu sínari í gjár, tá avtalan um at gera arbeiðið varð undirskrivað.

[object Object]
Sunnvard Andreasen, stjóri í Articon, og Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, undirskrivaðu avtaluna vegnað partarnar (Mynd: sunda.fo)

Sunda kommuna fegnast um, at arbeiðið um útstykkingina á Oyrarbakka nú kann gerst liðugt.

- Arbeiðið fevnir um liðugtgerð av ovara partinum av útstykkingini á Oyrarbakka. Tá arbeiðið er liðugt verða eftir ætlan 11 byggiklár grundøkir og eitt savnandi miðøkið í ovaru útstykkingini. Stykkini verða grovplanerað og liggja um 500 m2 per stykki. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder