Innanlands

Sunda kommuna hevur styrkt um umsjónina

Í sambandi við fíggjarætlanina varð peningur settur av til at styrkja um starvsfólkahópin á økinum, og hevur kommunan sett Einar Hansen, Jóhann Poulsen og Kristian Holm í starv

Einar Hansen og Jóhann Poulsen (Mynd: Sunda kommuna)

Einar Hansen og Jóhann Poulsen (Mynd: Sunda kommuna)

2022-02-19 11:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunda kommuna: Í sambandi við fíggjarætlanina 2022 samtykti býráðið, at umsjónin í Sunda kommunu skuldi hava hægri raðfesting, og setti pening av til at styrkja um starvsfólkahópin á økinum.

Peningur varð settur av til at seta tvey fólk afturat á ognareindini.

Ognareindin í Sunda kommunu útinnur ymiskar byggiverkætlanir, hevur umsjón við kommunalum bygningum og ger fyrifallandi arbeiði í øllum 11 bygdunum í kommununi. Størvini blivu lýst leys, og fyrst í februar setti Sunda kommuna Einar Hansen og Jóhann Poulsen í starv sum umsjónarmenn á Ognareindini.

Harumframt varð játtan sett av til at seta eitt fólk at hava umsjón av Røktarheiminum á Mørkini og ítróttarøkinum við Margáir. Hetta starvið er sett í samstarvi við VEKS og verður fíggjað av báðum pørtum.

Sunda kommuna hevur sett Kristian Holm í starvið sum umsjónarmaður á Mørkini og við Margáir. Hetta er eitt nýtt starv, tó at Kristian Holm longu í nøkur ár, hevur havt til uppgávu at halda eyga við ítróttaøkinum við Margáir, nakrar tímar um mánaðin.

[object Object]
Kristian Holm (Mynd: Sunda kommuna)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder