Mentan

Sunda kommuna gevur bók um krúnprinsavitjanina

Ein væleydnað vitjan er heitið á myndabókini

Krúnprinsurin í Stakkinum 25. august 2018 (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Krúnprinsurin í Stakkinum 25. august 2018 (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2018-12-07 19:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá krúnprinsahúskið vitjaði í Føroyum síðst í august mánað, vitjaðu tey í bygdum í Sunda kommunu.

Og nettupp Sunda kommuna hevur givið myndabók út frá vitjanini. Flestu myndirnar hevur Ólavur Frederiksen tikið, men aðrar myndir eru eisini við. Eitt nú heilt serlig mynd, sum Hennara Hátign Mary Krúnprinsessa tók við sínum egna myndatóli.

Krúnprinsahúskið vitjaði í Hvalvík, Haldórsvík og í Tjørnuvík tann 25. august í summar. Harafturat var krúnprinsurin úti í Stakkinum hendan dagin.

Myndabókin fæst til keyps á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka í næstu viku.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder