Innanlands

Summarsligir dagar í Sandagerði

Tað sær út til at hátrýstið, sum gevur okkum góðveður, verður liggjandi langt inn í næstu viku

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-05-14 15:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Liggjandi góðveður er á okkara leiðum hesar dagarnar, og føroyingum so líkt, so eru vit skjót at tveita pløggini og njóta sólargeislarnar meðan teir eru frammi.

Summi støð eru yndað meira enn onnur slíkar dagar. Sandagerði er eitt teirra.

Myndirnar eru haðani, tiknar um middagsleitið í dag, har ungdómar hugnaðu sær á baðibrúnni, og ikki himpraðust við at leypa á bláman, hóast hitastigini á sjónum ikki eru tey nógvu.

Sambært veðurstovunum, so fáa vit liggjandi góðveður langt inn í komandi viku. Um sólin ikki sær allar dagarnar, so verður tað framhaldandi lýtt og lítil og ongin vindur.

Sí veðrið

Myndir: Jens Kr. Vang

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder