Mentan

Summarfestivalurin byrjar í dag

Festivalurin verður veruliga skotin í gongd við karnevalgongu klokkan 14:30

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-09 08:48 Author image
Oda Strøm
placeholder

Summarfestivalurin byrjaði so smátt í gjár við konsert á vágni, men seinnapartin í dag verður festivalurin veruliga skotin í gongd við karneval klokkan 14:30.

Byrjað verður í Klaksvíksgarðinum og gingið verður niðan í Silvalandið, har sum høllirnar eru, har ið barnafestivalurin verður. 

Barnafestivalurin byrjar klokkan 15 í dag. 

Í kvøld byrja so tær stóru konsertirnar, har m.a. poppbólkurin Aqua skal spæla á Vágsbøi klokkan 22. 

Skráin fyri Summarfestivalin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder