ES hevur sett í gildi revsitiltøk móti seks russiskum náttúruvísindafolkum, sum hava verið partur av menningini av kemiskum vápnum - serliga eitrinum epibatidin, skrivar ES-ráðið í tíðindaskrivi.
Epibatidin var funnið í kroppinum hjá 47 ára gamla russiska andstøðupolitikaranum, Aleksej Navlnyj, sum doyði 16. februar 2024, meðan hann sat í fongsli í Russlandi.
Tað er hetta evnið, sum helst hevur dripið Navlyj, skrivar ES-ráðið.
Millum granskararnar, sum nú verða raktir av revsitiltøkum hjá ES, eru fólk, sum hava arbeitt fyri russiska granskingarstovnin Signal Scientific Centre. Har hava fólk granskað og givið út greinar um framleiðslu av epibatidin og hava á tann hátt verið partur av menningini av kemiskum vápnum.
Epibatidin finst natúrliga í skinninum á froskum í Suðuramerika.
ES hevur nú sett í gildi avmarkað revsitiltøk móti tilsamans 31 persónum og seks fyritøkum fyri nýtslu av spjaðing av kemiskum vápnum.
Talan er m.a. um innifrysting av ognum og forboð móti at ferðast inn í ES.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald