Í morgun eru suðuroyingar farnir til Havnar at handa løgmanni og landsstýriskvinnuni við samferðslumálum nærum 2.000 undirskriftir frá suðuroyingum, sum krevja eina betri farleið um suðuroyarfjørð.
Tá Galaxy sigldi fyri Smyril fyrr í ár varð avgjørt at savna undirskriftir at handa løgmanni, tá Smyril kom aftur úr dokk. Klokkan 8.30 verður so kravgonga niðan á Tinganes.
Suðuroyingar krevja, at óskilið, sum var við farleiðini, meðan Smyril var í dokk, ongantíð hendir aftur, og at suðuroyingar fáa tíðarhóskandi samferðslu.
Maud Næs, stigtakari, segði við Útvarpið í gjárkvøldið, at suðuroyingar mótmæla eina ótíðarhóskandi og óstøðuga samferðslu, sum tá Galaxy avloysti fyrr í ár eisini bleiv sera ótrygg.
– Vit fingu eitt 40 ára gamalt skip, ið als ikki lúkaði minstu trygdarkrøv fyri eitt ferðamannaskip, segði hon og legði afturat, at Smyril heldur ikki nøktar eftirspurninginum, tá talan er um stór tiltøk sum eitt nú jóansøka.
– Vit hava ikki eina farleið í løtuni, sum lýkur nútíðartreytir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald