Løgmaður hevur lagt uppskot fyri løgtingið um fyrireiking, projektering og útboð av Suðuroyaetunlinum við tolhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.
Skotið verður upp at P/F Suðuroyartunnilin fyrireikar farleiðina úr Djúpadali til Sandvíkar.
Verður uppskotið samtykt skal P/F Suðuroyartunnilin fyrireikar, prosjektera og letur í útboð hesar verkætlanir:
1) Farleið frá verandi vegi í Traðardali, eysturum Sandsvatn við vegum og møguligum tunli undir Traðarhamri, til undirsjóvartunnilin í Djúpadali, við íbinding í verandi vegir til Skálavíkar og Skarvanes,
2) undirsjóvartunnil við koyribreyt suður og norður í sama bergholi frá Djúpadali til Sandvíkar, við atknýttum atkomutunli frá Suðuroyartunlinum til Skúvoyar,
3) veg millum undirsjóvartunnilin í Sandvík og nýggja Sandvíkartunnilin við íbinding í verandi veg í Sandvík,
4) tunnil úr Sandvík til Hvalbiar, og 5) veg millum nýggja Sandvíkartunnilin og landsvegin frá Hvalbiartunlinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald