Sum væntað var, gjørdist orðaskiftið um Suðuroyartunnilin drúgt, rættiliga drúgt. Byrjað varð eitt sindur yvir klokkan 13 í dag, og í góðar sjey tímar hava tingfólk skift orð um hesa stóru verkætlan, sum so at siga allir tinglimir ynskja.
Hinvegin tykjast tinglimir ósamdir um júst hvør linjuføringin skal vera, og nær hetta skal gerast.
Fíggjarnevndin skal nú viðgera málið áðrenn løgtingið fer at hava aðru viðgerð.
Tvær fyrstu viðgerðir vóru eftir á dagsskránni eftir at orðaskiftið um Suðuroyartunnilin var liðugt, men tí at klokkan var blivin so nógv, tók løgtingsforkvinnan avgerð um at taka málið um áseting av pensjónsaldri av skrá. Tað verður viðgjørt seinni í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald