Mikudagin 7. januar byrjar Filmsfelagið nýggja árið við einum nýkomnum suðurkoreanskum spenningsfilmi eftir Park Chan-wook.
Sólrun Gleðisheygg Weihe, sum hevur eina master í enskum og miðlakunnleika, fer at innleiða henda fyrsta filmin í nýggja árinum.
Filmurin er “No other choice” hjá meistaranum Park Chan-wook (f.1963), ið áður hevur gjørt “Old Boy” og “Decision to Leave”, sum Filmsfelagið fyrr hevur víst.
![]()
Í skránni hjá Filmsfelagnum verður sagt soleiðis um filmin:
Í samfull 25 ár hevur You Man-su verið trúfastur starvsmaður sum serkønur í pappírsídnaðinum. At síggja til livir hann eitt eydnusamt familjulív við konuni Mi-ri, tveimum børnum og tveimum hundum. Bráddliga verður Man-su sagdur upp. Ein hending, sum skapar kaos í tilveruni, so alt fer av kós. Tá kappingarneytin, Moon Paper, søkir eftir fólki, ætlar Man-su sær starvið. Men tá hann ikki fær møguleikan, velur hann at ganga egnar leiðir, og tað ikki við mýkindum.
![]()
“No other choice” varð frumsýndur við bestu ummælum í høvuðskappingini á filmstevnuni í Venezia 2025 og hevur síðan verið sýndur á flestu altjóða stevnum. Ummælarar kalla Suðurkoreanska filmin ein Oscar front-runner í kappingini um besta altjóða film, og IndieWire vil vera við, at filmurin fer at vinna Oscarvirðislønina fyri ársins Besta Film.
“No other choice” verður sýndur við donskum undirteksti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald