Uttanlands

Suðurkorea: Krevur tíggju ára fongsulsrevsing til fyrrverandi forseta

Hetta er fyri at stríðast ímóti handtøku, men verður Yoon Suk-yeol funnin sekur í skuldsetingunum um uppreistur og valdsmisnýtslu, kann hann enda við lívlangum fongsli ella deyðarevsing

Yoon suk-yeol, fyrrverandi foreti í Suðurkorea (Mynd: EPA)

Yoon suk-yeol, fyrrverandi foreti í Suðurkorea (Mynd: EPA)

2025-12-27 12:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ákærin krevur tíggju ára fongsulsrevsing til fyrrverandi suðurkoreanska forsetan, Yoon Suk-yeol, sum varð handtikin fyrr í ár, eftir at hann fyri einum ári síðani - í desember 2024 - lýsti hernaðarliga undantaksstøðu í landinum.

Løgreglan royndi fleiri ferðir at handtaka Yoon, áðrenn tað eydnaðist. Yoon er ákærdur fyri m.a. at hava strídst ímóti handtøku, og tað er hetta, ákærin krevur tíggju ára fongsul fyri, skrivar Reuters.

Harumframt er fyrrverandi suðurkoreanski forsetin eisini skuldsettur fyri m.a. at hava eggjað til uppreistur í sambandi við undantaksstøðuna, fyri valdsmisnýtslu og fyri at hjálpa einum fíggindarliga sinnaðum stati.

Talsfólk hjá suðurkoreanska ákæruvaldinum segði fyrr í ár, at Yoon hevur roynt at fáa eitt hernaðarligt stríð millum Suður- og Norðurkorea fyri at kunna lýsa undantaksstøðu.

Verður Yoon funnin sekur í uppreistri kann hann enda við at fáa lívlanga fongsulsrevsing ella deyðarevsing.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder