Uttanlands

Suðurkorea bjóðar seg til at hjálpa Norðurkorea

Norðurkorea stríðist í løtuni við einum útbroti av koronu, sum sambært almennum upplýsingum er tað fyrsta, sum landið hevur upplivað

Yoon Suk-yeol, forseti í Suðurkorea (Mynd: EPA)

Yoon Suk-yeol, forseti í Suðurkorea (Mynd: EPA)

2022-05-16 12:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Suðurkorea hevur bjóðað seg til at hjálpa grannalandinum, Norðurkorea, sum í løtuni stríðist við einum útbroti av koronu.

Nýggi suðurkoreanski forsetin, Yoon Suk-yeol, sum tók við 10. mai, hevur longu boðað frá, at tey kunnu hjálpa Norðurkorea við fíggjarligu trupulleikunum, um tey gevast við kjarnorkuætlanini, og nú bjóða suðurkoreanarar enn einaferð landinum hjálp.

– Um Norðurkorea tekur ímóti okkara stuðli, fara vit ikki at spara uppá koronukoppingarevni, læknaútgerð ella heilsustarvsfólk, sigur hann.

Norðurkorea hevur tó fyrr avvíst tilboð frá bæði Kina og Heimsheilsustovninum, WHO um koppingarevni fyri koronu.

Í farnu viku segði nýggi suðurkoreanski forsetin, at hann og restin av altjóða samfelagnum fóru at standa til reiðar við einari búskaparligari menningarætlan fyri Norðurkorea, um landið játtaði at gevast við kjarnorkuverkætlanini.

Hvat fyri stuðul talan nágreiniliga er um, verður tó ikki upplýst, skrivar Ritzau.

Men hóast hann hevur givið Norðurkorea tilboð um hjálp, hevur Yoon Suk-yeol eisini ávarað um, at Suðurkorea kann fremja eitt "fyribyrgjandi álop", um Norðurkorea skuldi hótt við at leypa á.

Norður- og Suðurkorea fóru í kríggj í 1953, og trý ár seinni fanst semja um eina vápnahvíld. Hon er enn galdandi, og eru tey bæði londini formliga enn í kríggi við hvørjumøðrum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder