Í november mánaða koma fyrrverandi forsætisráðharrin í Nagorno-Karabakh, Artak Beglaryan, og pianisturin Irina Hayrapetyan til Føroya. Tá verður høvi hjá almenninginum í Føroyum at hoyra klassiskan tónleik og persónligar søgar um lívið hjá armenskum kristnum flóttafólkum.
Í september 2023 rak Aserbadjan 120.000 kristnar armenar burtur úr Nagorno-Karabakh til Armenia. Fleiri av hesum armenum eru nú í einari sera truplari støðu, uttan bústað og arbeiði sum flóttar.
Nú verður so skipað fyri hesum tiltaki í Føroyum, har fólk hava møguleika at stuðla neyðhjálpararbeiðnum, ið fer til mat, vetrarhjálp, lívsgrundarlag og og sálarliga hjálp.
Tað er danski hjálparfelagsskapurin Mission10forty, ið skipar fyri tiltakinum. Leiðarin í Mission10Forty, Kim Hartzner, verður eisini við til tiltøkini í Føroyum.
![]()
Eisini luttekur føroyski fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale, sum í mars mánaði skipaði fyri ráðstevnu á Christiansborg um trygdarstøðuna hjá Armenia og støðuna við Nagorno-Karabakh.
Artak Beglaryan, sum sjálvur hevur upplivað ræðuleikarnar í sambandi við ófriðin í heimlandi sínum, sigur soleiðis:
– Vit mistu heim, kirkjur og hvíldarstøð hjá forfedrum okkara – men vit mistu ikki vónina. Tykkara stuðul kann hjálpa familjum at endurbyggja lív teirra, sigur fyrrverandi forsætisráðharrin, sum fer at greiða frá egnum upplivingum í stríðnum í Armenia.
Tiltøkini verða í døgunum 14.–16. novembur.
Skrá:
Fríggjadag 14. novembur klokkan 19.30 — Varpið, Klaksvík
Leygardag 15. novembur klokkan 19.30— Lívdin, Tórshavn
Sunnudag 16. novembur klokkan 15.00 — Løkshøll, Runavík
Mission10forty
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald