Fleiri hundrað fólk eru flutt heimanífrá í Suðurfraklandi eftir at ein ógvusligur skógareldur byrjaði at loga í gjár.
Næstan túsund sløkkiliðsfólk og fleiri eldsløkkingarflogfør hava síðan stríðst móti eldslogunum, skrivar franska tíðindastovan, AFP.
Eldurin hevur breitt seg í skógarlíðum í Var-landslutinum, har 1.700 hektarar av lendi vórðu lagdir undir øsku eftir bert fáar tímar.
Næstan 400 fólk eru flutt burtur úr økinum, sum liggur millum býirnar Marseille og Nice.
- Eldslogarnir ferðaðust oman eftir Gros Bessillon fjallinum við øgari ferð, og var óvanligt sæð í mun til veðurlagið og tann lítla vindin, sigur Simon Barbre, sum er eitt slag av sýslumanni í økinum.
Ringast rakt eru økini kring bygdirnar Cotignac, Montfort-sur-Argens og Correns, skrivar Ritzau.
Orsaka av hitabylgjum og skerpingi er tíðin fyri skógareldum í Fraklandi í byrjað nógv fyrr enn vanligt.
Yvirhøvur herja sjógar- og náttúrueldar fleiri staðir í Evropa í hesum døgum. Myndin niðanfyri er ein skíggjamynd frá GoogleMaps, har gjørt verður vart við, hvar skógareldar herja. Pílurin stendur á skógareldinum, sum verður umrøddur í hesi greinini.
![]()
-
-
-
Her hava eldslogarnir fingið fastatøkur í eini hús í bygdini Cotignac (Myndir: Thibaud Moritz/AFP/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald