Innanlands

Strandferðslan nógvar avlýsingar fyri veður

Fleiri broytingar eru í bygda- og oyggjaleiðum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-12-09 16:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Orsakað av ringa veðrinum, sum verður í kvøld, ger Strandferðslan nógvar broytingar í bygda- og oyggjaleiðum.

Leið 600 sum koyrir millum Skopun og Sand hevur koyrt seinasta túrin í dag. Á leið 400, sum er millum Klaksvík og Tórshavn verður seinasti túrurin úr Klaksvík kl. 18:05 og úr Tórshavn kl. 18:20. Leið 410 millum Fuglafjørð, Gøtudal og KLaksvík ger seinasta túrin úr Gøtudali kl. 19:35.

Bussambandið á leið 56 úr Klaksvík 22:15 og av Syðradali kl. 22:35 er eisini avlýst.

Oyggjaleiðir eru eisini ávirkaðar av veðrinum. Fyri veður er heldur eingin sigling millum Sand og Skúvoynna í dag. Á leið 90 millum Havnina og Nólsoy er túrurin av Havnini kl. 22 og kl. 22:25 úr Nólsoy avlýstur.

Longu í gjár var greitt, at broytingar fóru at vera á Suðuroyarleiðini. Smyril siglir seinasta túr úr Havn kl. 17:30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder