Innanlands

Strandferðslan: Kunnu vænta broytingar og avlýsingar vegna veður

Veðrið kann ávirka samferðsluna í dag og í morgin, sigur Strandferðslan, sum hevur avlýst fleiri túrar á Suðuroyarleiðini í dag – Herjólfur siglir síðsta túrin av Havnini kl. 10

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-09-25 09:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú boðað verður frá nógvum vindi, kann væntast, at broytingar og avlýsingar verða í samferðsluni, sigur Strandferðslan.

Strandferðslan skrivar soleiðis á heimasíðuna:

– Fyri veður kann væntast, at møguligar broytingar og avlýsingar verða í ferðsluni sunnudag 25. og mánadag 26. september.

Boðað verður eisini frá avlýsingum á Suðuroyarleiðini í dag, og siglir Herjólfur síðsta túr í dag klokkan 10.

Strandferðslan skrivar soleiðis:

– Fyri veður og óvirknar stabilisatorar verður síðsti túrur á leið 7 í dag, sunnudag 25. september, sigldur av Havnini kl. 10:00. Síðani verður ikki siglt meir í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder