Innanlands

Strandferðslan boðar frá fleiri avlýsingum

Sum væntað er eingin sigling um Suðuroyarfjørð í dag, og aðrar bygda- og oyggjaleiðir eru eisini ávirkaðar av veðrinum

Siglingin hjá Smyrli er m.a. avlýst vegna veður í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Siglingin hjá Smyrli er m.a. avlýst vegna veður í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-03-22 07:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sum væntað hevur Strandferðslan boðað frá fleiri avlýsingum í dag vegna veður.

Tað er eingin sigling á Suðuroyarleiðini, og heldur ikki á leiðunum millum Sand og Skúvoy og Gomlurætt og Hest.

Eisini boðar Strandferðslan frá, at fyribils er eingin koyring á bygdaleiðunum 100, 300, 400, 410, 500, og 650.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder