Innanlands

Stórur valfundur á Kambsdali fríggjadagin

Sum siðvenja er, skipar Miðnám á Kambsdali fyri almennum valfundi síðsta skúladagin undan valdegnum. Allir floksformenninir luttaka - valfundurin byrjar klokkan 13.15

Lærarin og valserfrøðingurin Jóannes Hansen verður orðstýrari á almenna fundinum (mynd: kambsdalur.fo)

Lærarin og valserfrøðingurin Jóannes Hansen verður orðstýrari á almenna fundinum (mynd: kambsdalur.fo)

2022-10-27 16:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fólkatingsvalið 2022 nærkast av álvara, og nakrir stórir valfundir eru fyri framman. Sunnukvøldið verður tann seinasti við Løkin - í morgin hava tveir Miðnámsskúlar valfundir.

Fyrst er tað Glasir. Har byrjar tað klokkan 10, og Kringvarpið (útvarpið) sendir beinleiðis. Seinnapartin er tað Miðnámsskúlin á Kambsdali, ið skipar fyri almennum fundi í ítróttarhøllini fríggjadagin, har floksformenninir fara at luttaka.

Tað er siðvenja, at Miðnám á Kambsdali skipar fyri stórum almennum valfundi síðsta skúladagin undan valdegnum, og soleiðis er tað eisini hesaferð - undan valinum 31. oktober.

- Miðnám á Kambsdali hevur boðið floksformonnunum til fundar í morgin, fríggjadagin 28. oktober. Fundurin er settur at vera í ítróttarhøllini á Kambsdali í morgin, fríggjadagin 28. oktober, klokkan 13.15. Fundurin verður liðugur klokkan 15.

Soleiðis skrivar kambsdalur.fo, og lagt verður afturat, at umframt tey yvir 600, sum hava sína dagligu gongd í Miðnámi á Kambsdali, so eru eisini øll onnur áhugað vælkomin til fundar.

Floksformenninir eru Christian F. Andreasen, Bárður á Steig Nielsen, Aksel V. Johannesen, Høgni K. Hoydal, Rutt Vang og Jenis av Rana. Orðstýrari verður Jóannes Hansen. Royndirnar siga, at onnur valevni enn floksformenninir plaga at møta til sovornar fundir, og at valevnini plaga at syrgja fyri, at fundarluttakararnir kunnu fáa tilfar at lesa um flokkarnar og valevnini.

Fundurin í høllini á Kambdsdali verður skipaður við innleiðandi umfari, og so verður orðaskifti við støði í spurningum, sum næmingarnir fara at seta.

Undan fundinum hava næmingarnir á skúlanum atkvøtt fyri einum flokki, og áðrenn tað verður farið undir orðaskiftið, verður úrslitið av tí valinum kunngjørt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder