Innanlands

Stórt trýst á Suðuroyarleiðini

Nú jóansøka er, hjálpir Teistin Smyrli á Suðuroyarleiðini og ger aftur ein túr suður seinnapartin

Teistin í Trongisvágsfirði í dag

Teistin í Trongisvágsfirði í dag

2025-06-20 14:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er rættiliga stórt trýst á Suðuroyarleiðini í hesum døgum. Jóansøka á Tvøroyri um vikuskiftið og Strandferðslan flytir eini 3000 ferðafólk yvir um fjørðin hesar dagarnar.

Umframt Smyril á leiðini, so hjálpir Teistin til í dag eisini við farmasigling, og har sleppa ferðafólk eisini við.

Teistin gjørdi ein túr suður fyrrapartin og klokkan 16:30 verður aftur ein túr av Havnini. Talan er um farmatúr, men ferðafólk sleppa við, men plássbílegging er ikki galdandi.

Á Tvøroyri gera tey nógv burturúr jóansøkuni hesaferð, nú hetta er 100. ferð, at hon verður hildin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder