placeholder
Uttanlands

Størsta hópdráp í Japan í 18 ár

Staðfest er, at 33 fólk lótu lív í eldsbrunanum í Kyoto í gjáramorgunin. Ein 41-ára gamal maður er handtikin fyri eldásetan

Blomstur og tekningar til tey myrdu, ið vórður lagdar á staðið í dag - Mynd: Scanpix

Blomstur og tekningar til tey myrdu, ið vórður lagdar á staðið í dag - Mynd: Scanpix

2019-07-19 16:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin fyrrapartin, lokala tíð, kom stórur eldur í eina teknifilmsverkstovu  í vesturjapanska býnum Kyoto. Kyoto Animation Studio, vanliga nevnd KyoAni, hevur seinastu 38 árini framleitt nógvar teknifilmar og teknifilmsrøðir. Í gjármorgunin føroyska tíð varð ein deyði staðfestur, men skjótt fór talið upp.

Les eisini: Eldur í japanskari teknifilmsverkstovu: Ein latið lív og 30 særd

Fleiri vórðu tá mett at vera í lívsvanda, og eftir at sløkkiliðið hevði fingið tamarhald á eldinum, hetta tók fleiri tímar, og kannað bygningin, var greitt, at heili 33 fólk høvdu latið lív í tilburðinum: 12 menn, 20 kvinnur og ein persónur, hvørs kyn ikki er staðfest enn. 74 fólk vóru inni í KyoAni, tá eldur kom í.

Talan var um ein ásettan eld. Løgreglan í Kyoto handtók skjótt ein mann, sum er ákærdur fyri stoytt brennievni inn í bygningin, og løgreglan. 41-ára Maðurin, sum er vorðin handtikin fekk, sambært tíðindastovuni AP, eisini skaða av eldinum. Sambært japanskum sjónvarpi stoytti hann bensin út á fyrstu hædd og setti síðani eld á. 

Í dag komu fjepparar, teknarar og íbúgvarar í økinum at leggja blomstur fyri at vísa teimum deyðu virðin. Nógv vóru sera rørd av og óskiljandi um hana, tá tey tosaðu við miðlar á staðnum. Eygnavitnir hava sagt, at tann handtikni maðurin rópti: "Doyggj", tá hann stoytti brennievni, og sambært einum eygnavitni segði hann: "Tey eftirgera", tá hann varð handtikin.  

Um tað er hópdráp, sum alt bendir á, at tað er, so er tað tað størsta av sínum slag í Japan síðani 2011. Tá var eisini talan um ein ásettan eld og 44 fólk lótu lív í einum bygningi í Tokoyo.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder