2025-06-27 12:00

Í morgun legði ferðamannaskipið Seabourn Venture at í Vágs havn.
Skipið hjá Seabourn Cruise Line, sum varð bygt í 2022, er 172 metrar langt og er tað størsta ferðamannaskipið, sum nakrantíð hevur vitjað í Vági, skrivar Vágs kommuna.
Skipið hevur 232 ferðafólk umborð, umframt eina manning, sum telur yvir 200. Flestu ferðafólkini koma úr USA.
Ferðafólkini fara á útferðir, har vitjað verður ymsa staðni í Vági, umframt náttúrumerkisstaðir kring Vág og í Suðuroynni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald