2025-05-27 09:10
            
        
        
                
            Í sambandi við 57 ára føðingardagin hjá Fríðriki kongi í gjár, handaði kongur við ein døgurða í familjuni stórkrossin av Dannebrog til bróðursynir sínar, greivarnar Nikolai og Felix.
Eftir hetta skulu greivarnir – eins og tað verður gjørt hjá øllum, ið fáa stórkrossin – hava gjørt ein persónligan riddaraskjøldur. Tá skjaldrarnir eru lidnir, verða teir hongdir upp í riddarakapellinum á Frederiksborg slotti í Hillerød, skrivar danska kongshúsið í dag.
![]()
(Mynd: Kongehusset) 
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald