2025-08-14 17:25

Summarið er farið at halla og tað merkir, at árligi Bátadagurin, hjá Bátafelagnum Naddoddi, er á skránni.
Soleiðis skrivar bátafelagið í dag.
Leygardagin klokkan 14 savnast bátarnir inn fyri Sandinum á Trongisvági.
Farið verður, í samlaðum flokki, siglandi eftir fjørðinum út til Naddoddaneystið, har ein hugnaløta verður.
Fyrireikararnir fegnast um, at veðurforsøgnin er góð: Veðurforsøgnin sigur eitt lítið lot, turt, við møguleika fyri sól og einum 14 hitastigum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald