2026-02-24 06:57
Í Danmark eru tey nærum komin í neyð orsaka av stórum deyðum stórhvalum, sum reka upp á donsku strendurnar.
Í løtuni liggja ikki færri enn sjey deyðir avgustar fram við donsku vesturstronduni – herav seks á oynni Fanø út fyri Esbjerg. Tann sjeyndi liggur á eini strond í Thy í Norðurjútlandi, men talan er um sama hval, sum nakrar dagar frammanundan lá við Blåvandshuk, beint norðan fyri Esbjerg, men sum síðan rak av aftur.
Óvist er hví tað knappliga reka so nógvir stórhvalir á land í Danmark júst í hesum døgum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald