Mentan

Stórfingnar felagskonsertir við Tórshavnar Kamarkóri og Tarira 

Krevjandi kórverkið “Mass for Double Choir” hjá Frank Martin var liggjandi í einari skuffu í 41 ár áðrenn tað varð framført á fyrsta sinni

2025-11-13 11:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi viku verða tvær stórfingnar kórkonsertir við Tórshavnar Kamarkóri og Tarira í Fuglafjarðar kirkju, hósdagin 20. november kl. 19.30 og Hoyvíkar kirkju fríggjadagin 21. november kl. 19.30. Kórleiðari er Bernharður Wilkinson.

Tarira og Tórshavnar Kamarkór hava áður havt sera væleydnaðar felagskonsertir. Á vári  2021 framførdu kórini stóru verkini “Dixit Dominus” hjá Händel og “Christ lag in Todes Banden” hjá J.S. Bach. Í 2023 fóru kórini undir at venja “Requiem” hjá Duruflé og framførdu verkið og onnur smærri yndislig kórverk á heystið.

Í ár eru kórini farin undir “Mass for Double Choir” hjá Frank Martin. Stórbæra vakra messan var skrivað í árunum 1922-1926. Frank Martin hevði ikki tørv á at fáa messuna framførda alment, tí fyri hann var hettar eitt sera persónligt andaligt verk, sum hann hevði skrivað um relatiónina ímillum seg sjálvan og Gud, har inniligi einfaldleikin og stórfingni tónlistarligi bygnaðurin ganga hond í hond. Verkið lá í einari skuffu í 41 ár.

[object Object]Bernharður Wilkinson er kórleiðari hjá bæði Tórshavnar Kamarkóri og Tarira. Til hesar konsertirnar syngja kórini saman

Í 1962 sá kórleiðarin hjá Bugenhagen-Kantorei í Hamburg, Mr. Franz W. Brunnert, at verkið var á einum verklista hjá Frank Martin, og bað um at fáa eitt avrit, so hann kundi granska tað. Hettar førdi so til ta allar fyrstu framførðsluna av “Mass for Double Choir” á vári í 1963, heili 41 ár eftir at verkið var skrivað.

“Mass for Double Choir” verður framført av høgt mettum kórum kring heimin.

Til konsertinar framførir kórið satsirnar ‘Kyrie’, ‘Sanctus’ og ‘Agnus Dei’. Harumframt fer kórið at framføra ‘Miserere’ hjá James MacMillan, ‘Agnus Dei’ hjá Samuel Barber og ‘Her Sacret Spirit Soars’ og ‘Sleep’ hjá Eric Whitacre.

Konsertirnar eru ókeypis og øll eru vælkomin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder