Uttanlands

Stórabretland viðurkent Palestina sum stat

Tað sama hava Avstralia og Kanada

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer (Mynd: EPA)

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer (Mynd: EPA)

2025-09-21 14:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sum væntað hevur bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer í dag vegna Stórabretland viðurkent Palestina sum stat.

Tað gjørdi hann í sjónbandi, sum varð deilt á sosiala miðlinum X.

– Í dag viðurkennir Sameinda kongsríkið statin Palestina fyri at endurreisa vónina um frið fyri palestinar og ísraelar og eina tveystatsloysn, skrivar Starmer.

Umframt Stórabretland hava Kanada og Avstralia eisini boðað frá í dag, at londini viðurkenna Palestina sum stat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder