Mentan

Stóra útigudstænastan í Gundadali 2. hvítusunnudag

Árliga útigudstænastan í Gundadali sum vanliga savnar nógv fólk, verður 2. hvítusunnudag. GHM og Havnar Hornorkestur spæla til sálmasangin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-06-03 10:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

2. hvítusunnudag klokkan 11 verður stóra útiguðstænastan á ovara vølli í Gundadali.

GHM og Havnar Hornorkestur fara aftur í ár at spæla til sálmasangin. Bergtórur Hjelm Bjarkhamar prædikar, og Hanus Pál Jógvansson hevur eina søgu til børnini. 

Prestarnir siga, at tað er ikki neyðugt at hava sálmabók við, tí sanghefti er gjørt til endamálið. Dentur verður lagdur á, at hetta er ein guðstænasta fyri øll.

Eftir guðstænastuna verður ein drekkamuður at fáa í Badmintonhøllini við onkrum afturvið. Okkurt gott er eisini til børnini, verður sagt.

Sóknarprestarnir og kirkjuráðini í Suðurstreymoy skipa fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder