Innanlands

Stór grind funnin eystur úr Fugloynni - einki verður gjørt við hana

Mett verður, at hon er so langt burtur frá landi, at tað verður myrkt, áðrenn man kann byrja at reka. Tí verður einki gjørt við grindina

2020-10-15 15:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri løtu síðani kom fráboðan um, at ein grind varð at síggja norðanfyri. Karl Johansen, sýslumaður, sigur við Portalin, at talan var um eina stóra grind, ið var spjadd. Bólkurin svam 12 fjórðingar eystur úr Fugloynni. 

Av tí at liðið er út á seinnapartin, og grindin er so langt burturi frá landi, so varð avgerð tikin um, at einki verður gjørt við grindina. Hetta kunnaði grindaformaðurin í Hvannasundi Karl Johansen um, ið eisini hevði tosað við onkran annan persón á staðnum, ið er samdur.

- Tað verður mett, at tað verður myrkt áðrenn man sleppur framat, og til ber at byrja at reka, sigur sýslumaðurin við Portalin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder